Børn frá Listastovuni sýna fram hjá Betri í Miðvági

Mentan06-04-2018 - 15:13 - Jóanis Albert Nielsen

Allan apríl mánaða eru tað málningar hjá børnum úr Sørvági, Miðvági og Sandavági, sum prýða veggirnar í Betri Banka í Miðvági.

Tey hava gingið á kvøldskúla í Listastovuni í Miðvági í vetur og ganga annars í 5. - 8. flokki. Tvey vanta á myndini.

Evnaríku og dugnaligu børnini hava fingið nógv burturúr.

Tað sæst á litføgru málningunum, sum spenna víða; alt frá landskapi og djórum til abstrakt.

Undirvísari er Jóna Birgit Nattestad. Hetta er fimta árið hon hevur havt kvøldskúla í list fyri børn.

Framsýningin er avgjørt eina vitjan verd. Ein gerst glaður og lættur at síggja hesar vøkru myndir.