Borivognsførari til Articon

Lýsing18-09-2021 - 11:30 -

Vit leita eftir borivognsførara til borivogn at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsøki

Kemur at koyra borivogn og arbeiða í ymiskum verkætlanum runt landið.

Tína vangamynd

Tað er umráðandi, at tú er arbeiðssamur, sjálvstøðugur, røkin, fleksibul og hevur góð samstarvsevnir.

Vit bjóða

Góð og skipaði arbeiðsviðurskift og nútímans útgerð. Vit geva eisini upplæring, um tørvur er á hesum.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum

Meira at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagstein, leiðari fyri verklag, á telefon 216122.

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. oktober 2021. Tú søkir starvið her.


ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti.
Í fyritøkuni starvast umleið 230 fólk.