Borgshavn ólavsøkuaftan 2018

myndir05-08-2018 - 14:30 - Jóanis Nielsen

Her nakrar myndir frá Borgshavn, sum har sær út í dag. 

Vit vóru í Rasmusarvík. Húsið stendur uppi, men onkur veggur er dottin niður. Tað vóru 12 koyggir í stovini og tvær aftanfyri í einum tilbygningi.Drátturin sær út sum fyrsta dagin, men spæli hevur sæð betri dagar. Pullertir og kongar standa har og kunnu brúkast. Køkurin stendur næstan klárur at brúka, ella kanska ikki.

Einar 10 minuttir gongd frá liggur ein onnur støð, men har stendur onki uppi. Men har er ein bilmotorur við geari og bakaksli, har spæli stóð á.

Orð og myndir: Hans Vilhelm Rasmussen, sum er miðvingur, men hevur búð í Grønlandi í fleiri ár.