Tilvildarlig mynd.

Borgarstjórin flettir í dagstovninum í Kvívík

mentan27-10-2018 - 14:10 - Jóanis Nielsen

Heysti og fletting fyllir nógv í Kvívík. Tað eru nógv, sum hava seyð og ganga høgt uppí seyðahald. Fyri børnini hevur tað stóran týdning, at tey kenna mentanina tey vaksa upp í. Tískil fletti Heri Müller, borgarstjóri í Kvívík ein seyð uppi í Dagstovninum Áarlon. Børnini vóru ógvuliga forvitin, og hildu tað var áhugavert at síggja, hvussu alt fór fram. Mánadagin verður so borðreitt fyri børnunum við seyðunum, sum varð flettur.

Kelda: kvivik.fo