Borgarstjóraskifti í Vága kommunu

top30-12-2016 - 15:45 - Jóanis Nielsen

Á nýggjárinum verður borgarstjóraskifti í Vága kommunu.

Tá tekur Eyðdis Hartmann Niclasen við borgarstjórasessinum eftir Rósu Samuelsen, sum hevur sitið sum borgarstjóri seinastu fýra árini. Hon verður triði borgarstjórin í samanløgdu kommununi. Tann fyrsti var Albert Ellefsen.

Eyðdis var í dag og heilsaði uppá fráfarandi borgarstjóran. Tær løgdu til rættis, hvussu skiftið skuldi fara fram og nýggi borgarstjórin kunnast um tey mál, sum býráðið hevur arbeitt við, og sum ikki eru avgreidd.

Eyðdis møtir til arbeiðis á býráðsskrivstovuni mánamorgunin tann 02. januar 2017 kl. 9:00.