Borgarin siglir heim fullfermdur av svartkjafti

vinna10-03-2018 - 13:49 - Jóanis Nielsen

 Borgarin, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi einar 210 fjórðingar vestur úr Írlandi, siglir heim fullfermdur.

Teir skulu landa til Havsbrún, men har eru fleiri skip, ið bíða eftir landingartørni, so vit vita ikki reiðuliga nær Borgarin eigur tørn, men helst týsdagin í komandi viku.

Myndirnar niðanfyri her eru frá John Haraldsen.