Borgarin landar til Havsbrún í kvøld

vinna24-04-2019 - 14:54 - Jóanis Nielsen

 Borgarin siglir inn av svartkjaftafeltinum, teir skulu byrja at landa til Havsbrún kl. 18 í kvøld.

Borgarin hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har nógv skip royna, umframt tey føroysku skipini, so eru nógv russisk og íslendsk skip, eisini er okkurt grønlendskt skip á feltinum.