Borgarin landar í Fuglafirði

Vinna04-07-2020 - 15:52 - Jóanis Albert Nielsen

Um 11 tíðina fyrrapartin í dag kom Borgarin á Fuglafjørð, har teir skulu landa til Havsbrún. 

Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu eystur úr Føroyum, og hava teir fingið 1600 tons av svartkjafti.