Borgarin landar á Fáskrúðsfirði í Íslandi

vinna05-12-2017 - 15:11 - Jóanis Nielsen

 Borgarin, sum hevur fiskað svartkjaft eystanfyri, fór til Íslands at landa, teir hava 2.500 tons, sum teir skulu landa á Fáskrúðsfirði á Eysturlandinum.

John Leif Joensen skipari  sigur, at fiskiskapurin eytanfyri var brúkligur, teir royndu í eina viku.

Borgarin kom til Fáskrúðsfjarðar beint eftir middag.