Borgarin kravdur eftir 35,5 milliónum krónum ov nógv

Politikkur21-09-2018 - 08:23 - Jóanis Albert Nielsen

Hví krevja 16,5 Milliónir fyri at gjalda 250.000 kr?

Tað skuldu ikki verið neyðugt. Men tað verður gjørt.

1: Tað kostar ikki meira at hava ljós, ventilatión ella aðra tilbúgving í undirsjóvartunli enn í eini vanligari tunnil.

2:Eftir at íløgan er gjørd, er eykakostnaðurin í mun til vanligan tunnil, at pumpa vætu úr undirsjóvartunlinum.

Hvussu stór er tann rokningin?

Vágatunnilin:

600 tons renna niður í tunnilin um døgnið.

Um hendan nøgd skal pumpast úr tunlinum, so er elrokningin 250.000 kr um árið.

Men borgarin verður kravdur eftir 16,5 milliónum krónum.

Norðoyatunnnil: Lekin er størri og tunnilin longri. Rokningin er umleið 1,7 millión kr árliga. Fyri at gjalda hesa upphædd verða fólk og vinna kravd eftir 21 milliónum krónum árliga

Norðoyatunnil og Vágatunnil: Fyri báðar tunlarnar verða 37,5 milliónir krónur kravdar inn, fyri at rinda 1,95 milliónir.

Borgarin verður sostatt kravdur eftir umleið 35,5 milliónum krónum ov nógv árliga.

Hesin skeivleiki og eykaskattur, ið serliga rakar økini tunlarnir ganga til, má halda uppat.

Marjus Dam , fyrrverandi løgtingslimur