Mynd: John Haraldsen.

Borgarin kom á Fuglafjørð í dag

vinna09-02-2018 - 20:59 - Jóanis Nielsen

 Borgarin er komin á Fuglafjørð við gott 2.000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa framat at landa tíðliga í morgin.

Borgarin hevur roynt í føroyskum sjógvi, skiparin John Leif Joensen, sigur við JN.fo, at fiskiskapurin hevur verið smáligur, hann sigur víðari, at teir helst fara í altjóða sjógv at royna næsta túr, helst vestur úr Írlandi.