Mynd: John F. Haraldsen.

Borgarin kemur á Kollafjørð við sild

vinna04-11-2017 - 10:30 - Jóanis Nielsen

 Borgarin kemur á Kollafjørð beint áðrenn middag við 1.200 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagos, tað er góð sild teir hava, støddin liggur um 400 gramm, teir hava roynt norðast í føroyskum sjógvi.

Borgarin sleppir framaat at landa seinnaparti, í løtuni landar Tummas T., teir verða liðnir kl. 16.

Borgarin fer aftur á sildaveiðu, tá ið teir verða liðnir at landa seint í morgin.