Borgarin kemur á Kollafjørð við makrellast

vinna07-01-2018 - 13:40 - Jóanis Nielsen

 Borgarin kemur á Kollafjørð um 21-tíðina í kvøld við 1.750 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Teir hava roynt í ES-sjógvi á uml. 53N og 5V, tað er góður makrelr skipini fáa í ES-sjógvi.

Tað eru 12 mans við hendan túrin, skipari er Kristian Dam.