Mynd: John F. Haraldsen.

Borgarin kemur á Kollafjørð tíðliga í morgin

vinna11-10-2017 - 13:59 - Jóanis Nielsen

 Borgarin siglir inn av sildafeltinum norðanfyri, teir hava 800 tons av sild, sum teir hava fiskað bæði í føroyskum og altjóða sjógvi norðanfyri - helmingin í føroyskum sjógvi og hin helmingin í altjóða sjógvi, beint norðanfyri føroyska markið.

Borgarin sleppir framaat at landa beinanvegin teir koma inn í morgin tíðliga.