Borgarin kemur á Kollafjørð seint í kvøld

vinna07-10-2019 - 13:18 - Jóanis Nielsen

 Borgarin er áveg á Kollafjørð við 1.200 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Teir hava fitt av vindi ímóti, so tað gongur spakuliga suðureftir, teir verða á Kollafirði seint í kvøld og sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.