Borgarin kemur á Kollafjørð seint í kvøld

vinna04-11-2018 - 15:14 - Jóanis Nielsen

 Borgarin siglir inn av sildafeltinum norðanfyri, teir verða á Kollafirði seint í kvøld og byrja at landa á midnátt, Borgarin hevur 1.350 tons av góðari sild.

Teir hava roynt í altjóða sjógvi norðuri á 66 - 67N.

Borgarin hevur nú fiskað sildakvotuna, tað segði skiparin John Leif Joensen við okkum fyrr í dag.