Borgarin kemur á Klaksvík í kvøld

vinna16-04-2017 - 19:18 - Jóanis Nielsen

 Borgarin kemur á Klaksvík um 9-tíðina í kvøld við 2.600 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Borgarin sleppir framat at landa týsdagin, so teir liggja á Klaksvíkini og bíða til týsdagin.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, skiparin - John Leif Joensen - segði, at tað var hampuliga góður svartkjaftur, sum var at fáa sunnanfyri.