Mynd: John Haraldsen.

Borgarin kemur á Fuglafjørð við svartkjaftalast

vinna16-02-2019 - 13:07 - Jóanis Nielsen

 Borgarin kemur á Fuglafjørð um 4-tíðina í dag fulllfermdur av svartkjafti. Borgarin hevur roynt í altjóða sjógvi vestur úr suðurendanum á Bretlandi.

Vit tosaðu við skiparan Kristian Dam fyri løtu síðan, hann segði, at teir, Fagraberg og okkurt íslenskt skip, leitaðu víða um í nakrar dagar, áðrenn teir truffu við, síðan teir fruffu við, hevur fiskiskapurin verið brúkligur, Kristian segði eisini, at í gjár høvdu skipini góðan fiskiskap

Tað eru góð tvey døgn at sigla til Føroyar av fiskileiðini.