Mynd: John F. Haraldsen.

Borgarin hevur fiskað sildakvotuna

viinna09-11-2017 - 19:47 - Jóanis Nielsen

 Borgarin kemur á Kollafjørð seint í kvøld við 660 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.

Borgarin hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Borgarin hevur nú fiskað sildakvotuna í ár, teir fara tí helst á svartkjaftaveiðu, tá ið teir fara nýggjan túr.