Borgarin bíðar eftir landingartørni

13-10-2019 - 13:15 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 11:30 fyrrapartin í dag kom Borgarin á Kollafjørð, har teir skulu landa til Faroe Pelagic. Í løtuni landar Norðingur til Faroe Pelagic (les her) tá ið teir eru lidnir, sleppur Borgarin framat.

Borgarin hevur verið á sildafeltinum norðanfyri, og hevur Borgarin henda túrin fingið 1500 tons av sild.