Tilvildarlig mynd.

Bóndafelagið og Óðalsfelagið skipa fyri fundi leygardagin

vinna07-01-2019 - 23:57 - Jóanis Nielsen

Felags limafundur


Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava gjørt av at hava felags limafund á Búnaðarstovuni í Kollafirði, leygardagin 12. januar kl 14.00.
Evni: Ferðavinna við atliti til vernd av náttúru og gongd í haga.

Endamál: Hvat siga limirnir.

Nógv kjak, bæði millum fólk og í politisku skipanini, hevur verið seinastu tíðina, um rættin at ferðast frítt í høgunum, hetta kemst av tí nógv øktu ferðsluni í náttúruni, serliga frá ferðavinnuni.

Hvat gera vit við hendan trupuleikan/ møguleikan?

Festarar og óðalsfólk varða av føroysku jørðini við rættindum og skyldum - hvussu fáa vit sum frægast burturúr?

Kunnu vit skipa okkum við felags leisti?

Møti fjøllment!

Vegna nevndirnar

Bóndafelag Føroya
Sigert Patursson
Tlf. 21 47 09
&

Óðalsfelagið
Niels T. Pedersen
Tlf. 58 84 44