Bókin MILLUMLANDASIGLING - NÝGG BYRJAN framløgd í dag

mentan22-06-2019 - 16:17 - Jóanis Nielsen

 Á Parnassinum á Hotel Hafnia var stúgvandi fult við fólki, tá bókin "Millumlandasigling-nýgg byrjan", sum er søgan um millumlandasigling og um Óla Hammer, sum var ímyndin av millumlandasigling frá miðskeiðis í 70-inum og upp til okkara tíð, bæði sum skipari og eisini stjóri á Smyril-Line, varð løgd fram seinnapartin í dag.

Sigmar Bláberg hevur skrivað bókina í tøttum samstarvi við Óla Hammer og konu Óla Martu Hammer.

Ein sera hugnalig og rørandi løta á Hotel Hafnia.

Úr bókini:

Tað var ein stór avbjóðing at stovna felagið Smyril-Line í 1982-83, og at keypa eitt stórt skip at røkja siglingina millum Føroyar og nærmastu grannalondini.

Óli Hammer gekk undan at taka stóra stigið og gjørdist stjóri í felagnum.

Hann hevði drúgvar royndir í millumlandasiglingini, tí hann var skipari á "Smyrli", frá tí at skipið kom í 1975, og til Smyril-Line varð stovnað.

Tað legði lunnar undir ta millumlandasiglingina, sum í dag er á føroyskum kjøli, við fólki og farmi.

Tað vóru eisini stórar avbjóðingar, ikki minst tá kreppan í Føroyum byrjaði fyrst í 1990-unum. Men felagið reið stormin av, og seinast í 1990-unum varð farið undir at fáa nýtt og størri skip til vega, tí fyrra "Norrøna" gjørdist ov lítil til økta flutningin.

Óli Hammer var eisini við til at byggja nýggju "Norrønu", sum gav uppaftur størri møguleikar, og sum hevur tænt felagnum væl.

Óli Hammer fyllir 75 ár fyrst í juli.