Bókin “ Millumlandasiglingin – nýggj byrjan” er komin

Lýsing30-10-2019 - 08:00 - Jóanis Albert Nielsen

Bókin er samstundis lívssøgan um Óla Hammer, skipara og stjóra á Smyril-Line.

Tá Strandferðslan gjørdi av at keypa “Smyril” í 1975, vórðu lunnar aftur lagdir undir millumlandasiglingina við ferðafólki og farmi.

Óli var skipari á “Smyrli” frá fyrsta degi, og hann var skipari á “Smyrli”, til hann fór í land, tá farið varð undir at stovna Smyril-Line í 1982/-83.

Tí hevur bókin fingið heitið: “Millumlandasiglingin - nýggj byrjan”.

Talan er um lívssøguna hjá Óla Hammer, sum byrjaði í Oyndarfirði, eitt skifti við Norðskála og síðani í Havn, tí tey fluttu til Havnar í 1950.

Óli fór til skipas í 1960 við línubátinum “Gamla Andrassi”, og var við honum, til framkomni línubáturin hjá sama felag, “Leikur”, kom í flotan.

Síðani var hann eisini við nótabáti, áðrenn hann gjørdi av at fara á skipsføraraskúla í Havn.

Síðani fór Óli Hammer eitt skifti út at sigla hjá donskum felag, men gjørdi fyrst í 1970unum av at vera nærri hjá familjuni. Tá fekk hann starv hjá Strandferðsluni.

Og tá so “Smyril” kom í 1975 gjørdist hann skipari, til hann saman við øðrum fór undir at stovna Smyril-Line, sum keypti fyrru “Norrønu”.

Hví tann avgerðin varð tikin, sæst í bókini.

Og uppaftur størri avgerð var tað at fara undir at fyrireika at byggja nýggju “Norrønu”. Tað arbeiðið byrjaði seinast í 1990unum. Tað sæst eisini í bókini.

Og bókin lýsir eisini ta menning sum hevur verið, bæði av ferðafólka- og farmaflutninginum millum lond, síðani Smyril-Line varð stovnað.