Bókaframløga um Nýggjaberg í Beitinum í Miðvági

mentan10-12-2017 - 09:52 - Jóanis Nielsen

Sunnudagin, tann 10. desember, kl. 15:00 til 17:00, verður bókaframløga um bókina "Nýggjaberg" í Beitinum í Miðvági.

Tað er Páll Kunoy ið hevur skrivað bókina.

Skráin fyri løtuna:

  • Borgarstjórin Eyðdis H. Niclasen bjóðar vælkomin.

  • Tveir sálmar verða sungnir, Valdemar á Løgmansbø og Eivind á Presttrøðni syngja og spæla undir.

  • Tónleikainnslag við Gretu Svabo Bech.

  • Páll Kunoy leggur bókina fram.

  • Til ber at keypa bókina og fáa hana signeraða.

  • Til seinast spælir Greta Svabo Bech "Nærri mín Gud til tín" á fiól.

Høvi verður at fara í Miðvágs kirkju at hyggja eftir modellskipinum Nýggjaberg.

Kommunan bjóðar drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

Vága kommuna