Bókaframløga: Orð, mynd og veruleiki

Mentan04-03-2019 - 08:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í sambandi við útgávuna av greinasavninum ’Orð mynd og veruleiki’ verður bókaframløga í Listasavninum týsdagin 5. mars kl. 15. Talan er um savn við seks greinum um skaldskap og myndlist.

Malan Marnersdóttir, ritstjóri, kunnar um bókina og greinahøvundarnir siga nøkur orð um greinirnar. Høvi verður at spyrja høvundarnar og fáa sær ein drekkamunn. Eisini ber til at ogna sær bókina til serpris hendan dagin.

Høvundarnir eru Niels Orth, Dorit Hansen, Sanna Andrassardóttir Dahl, Solveig Hanusardóttir Olsen, Silja Aldudóttir og Malan Marnersdóttir.

Greinirnar spretta úr skeiði á Føroyamálsdeildini, sum við støði í úrvaldum verkum og tekstum frá 20. og 21. øld gav studentunum yvirlit yvir høvuðseyðkenni í føroyskari mynd- og orðlist í tíðarskeiðinum, vandi mynda- og skaldskapargreining og fann viðkomandi hugtøk til at lýsa verkini og sambandið millum listagreinirnar. Undirvísararnir vóru Nils Ohrt og Malan Marnersdóttir. Sanna A. Dahl hevur verið ritstjórnarhjálpari.

Listasavnið og Fróðskapur

Sí https://www.setur.fo/fo/setrid/tiltok/bokaframloga-ord-mynd-og-veruleiki/