Bók um Føroya Handilsskúla 1986-2016

mentan06-12-2017 - 17:21 - Jóanis Nielsen

Føroya Handilsskúli er formliga lagdur saman við aðrar skúlar í ein stovn. 

Skúlin var sera framsøkin, tók við læru av øðrum, tá ið tað varð hildið hóskiligt, men fann sínar egnu loysnir, tá ið tað varð hildið at vera neyðugt. 

Altjóða samstarv var týðandi partur av virksemi skúlans, og nýmenning var natúrligur partur av frálæruni meiri enn ein mansaldur, og eisini áðrenn orðið var til á føroyskum. 

itt grundsjónarmið skúlans var, at handilsskapur og búskapur mugu skiljast í mun til samfelagsheildina. Bókin lýsir virksemi skúlans frá 1986 til 2016. 

Handilsskúlin hevði deildir kring landið, fitt verður gjørt burtur úr Handilsskúlanum á Kambsdali. 

Forlagið Glasir gevur bókina út. Tórður Johannesarson hevur ritstjórnað.