Tilvildarlig mynd.

Bogaskjóting: Ársins síðsta innandurakapping

ítrottur16-03-2018 - 17:38 - Jóanis Nielsen

Ársins síðsta innadurakapping

Leygardagin 17. Mars 2018 verður FM-kappingin skotin, í hølunum hjá Vágaskot í Miðvági.

Uml. 14 Børn skjóta fyrst frá kl 10 um morgunin, og frá kl 14 skjóta uml. 11 vaksin. Væntandi verður liðugt nakað eftir kl 17.

Heiðursmerkir til børnini verða handaði tá barnakappingin er liðug, og hjá teimum vaksnu, beint eftir kappingina. Umframt verða Grand Prix heiðursmerkini handaði.

Øll eru hjartaliga vælkomin, at enda árið saman við okkum