Bogasjúttar í Reykjavík til Icelandic Indoor Championships 2020

ítróttur18-02-2020 - 09:23 - Jóanis Nielsen

Hetta vikuskiftið hava 8 skjúttar luttikið í kappingini Icelandic Indoor Championships 2020 , sum var skotin í Reykjavík. Kappingin var býtt upp í bólkarnar U16 , U18 , U21 og E50.

Skjúttarnir úr føroyum vóru hesi,

Jóhanna F. Haraldsen úr Vágaskot – U16 + U21

Ronja Rasmussen úr Tambar – U16 + U21

Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskot – U18 + U21

Rebekka L. Olsen úr Tambar – U21

Anny S. Poulsen úr Vágaskot – U21

Baldur U. Árting úr Tambar – U21

Sigfríður G. Lützen úr Tambar – U21

Eggaba Andreasen úr Vágaskot – E50

Aleksandur Leitisstein úr Ørvi – U16 + U21 , luttók ikki vegna skaða.

Leygardagin 15 feb var kappast í bólkunum U16 og U18 og var kappingin hjá skjúttinum sera jøvn. Jóhanna og Ronja skiftust um at liggja sum nr. 1 og 2 í bólkinum U16, gjøgnum alla kappingina, og endaði innleiðandi umfarið við at Ronja tók fyrsta plássið.

Jóhanna gjørdi ikki matari enn at vinna sín fyrsta finaludyst, og endaði tað við at Jóhanna og Ronja skuldu kappast um gullheiðursmerkið.

Eftir ein spennandi finaludyst gjørdist tað greitt at Ronja fór avstað við gullinum við einum 6-0 sigrið.

Hjá Tóru Dinnu í bólkinum U18, var eisini sera spennandi. Tóra Dinna og Halla Sól Torbjðornsdóttir úr Íslandi, skiftust um fyrsta plássið gjøgnum alla kappingina, og var munurin bert 2 stið tá síðstu pílarnir vóru skotnir, og endaði Tóra Dinna á 2.plássi.

Í ½ finaluni kappaðust Tóra Dinna og Marín Aníta Hilmarsdóttir úr Íslandi, eftir ein sera javnan dyst,sum endaði 6-2 til Marín Anítu, varð staðfest at Tóra Dinna fekk bronsu.

Sunnudagin 16 feb. var kappast í bólkunum U21 og E50 , her luttóku allir føroysku skjúttarnir. Bert 4 teir bestu skjúttarnir komu víðari til finalurnar, her høvdu vit 2 skjúttar hjá U21-menn, 2 skjúttar hjá U21-kvinnur og 1 skjútta í E50-menn.

Tá 1/2-finalurnar vóru skotnar var greitt at okkara U21 skjúttar skuldu skjóta um bronsuna. Tóra Dinna og Rebekka vóru javnar gjøgnum allan dystin, og endaði dysturin við at Rebekka vann bronsuna við einum 6-4 sigri.

Sigfríður og Baldur vóru eisini sera javnir gjøgnum allan dystin, og endaði dysturin við at Sigfríður vann bronsuna við einum 6-4 sigri.

E50 skjúttin Eggaba endaði í bronsufinaluni móti Haraldur úr Íslandi, eisini hesin dysturin var sera javnur, dysturin endaði við at Eggaba vann bronsuna við einum 7-3 sigri.

Hóast ein langan dag, høvdu vit tvey lið sum skuldu kappast í gullfinalunum hjá kvinnum og monnum.

Kvinnurnar sum mannaðu liðið vóru Tóra Dinna, Rebekka og Ronja.

Kvinnuliðini hjá Føroyum og Íslandi vóru jøvn, men megnaðu føroysku kvinnurnar at vinna dystin 6-2, og vunnu harvið gullheiðursmerki.

Mennirnir sum mannaðu føroyska liði vóru, Sigfríður, Baldur og Eggaba.

Íslenska liðið hjá monnunum vísti frá byrjan av at teir vóru sera sterkir, og endaði tað við at teir vunnu dystin og gullið við einum 6-0 sigri á føroyum.

Alt í alt vunni føroysku skjúttarnir,7 heiðursmerki - 2 gull, 1 silvur og 4 bronsu