Boð eftir tyrluni seinnapartin

25-05-2018 - 19:48 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 16 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður var blivin illa fyri í Skúvoy, og mátti fáast undir læknahond.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var í Skúvoy klokkan 17:44. Tyrlan flutti mannin til Landssjúkrahúsið.