Boð eftir tyrluni seinnapartin

top13-03-2018 - 19:23 - Jóanis Nielsen
Seinnapartin í dag vóru boð send eftir bjargingartyrluni at leita eftir einum útlendingi, sum var blivin kaldur á Villingardalsfjalli norði á Viðareiði. Maðurin var farin niðan í hagan at taka myndir, hann var illa ílatin, og var tí blivin kaldur. Hann kláraði ikki at koma oman sjálvur.

Tá ið tyrlan var komin norð, var útlendingurin staddur hjá einum bónda. Maðurin var flogin suður á Landssjúkrahúsið. Maðurin var blivin kaldur.