Boð eftir tyrluni í nátt

top13-09-2018 - 07:54 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 03:40 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba klokkan 04:32. Tyrlan fekk síðani persónin umborð, og lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 04:56.