Boð eftir tyrluni í morgun

15-03-2019 - 20:06 -

Klokkan 10 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa ein persón av Suðuroynni og á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba góðar 20 minuttir seinni. Tyrlan flutti sjúklingin norð á Landssjúkrahúsið har hon lendi klokkan 10:50.