Boð eftir tyrluni í gjárskvøldið

24-06-2018 - 12:17 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjárskvøldið fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið.

Boð vóru send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum setti seg í Froðba klokkan 19:19 í gjárskvøldið, har hon fekk persónin umborð. Klokkan 19:42 setti tyrlan seg við Landssjúkrahúsið og persónurin var fingin undir læknahond.