Boð eftir tyrluni í gjár

20-05-2018 - 09:29 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 12:42 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan úr Suðuroynni, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av oynni og norð á Landssjúkrahhúsið.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic, sum lendi í Froðba 14:18 har hon fekk persónin umborð, og flutti hann síðani norð á Landssjúkrahúsið. Klokkan 14:33 var persónurin á Landssjúkrahúsinum.