Boð eftir tyrluni í gjár - fekk ikki sett seg í Havn fyri mjørka

top16-04-2018 - 08:00 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 18:40 í gjárskvøldi fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein persónur í Suðuroynni mátti hava hjálp.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. Tyrlan setti seg í Froðba, men á veg norð aftur kundi tyrlan ikki seta seg sum vanligt er við Landssjúkrahúsið- Tað kom av, at tað var so nógvur mjørki í Havn. Tyrlan setti seg so í Vágum, og bleiv sjúklingurin koyrdur av flogvøllinum og suður á Landssjúkrahúsið.