Boð eftir tyrluni - eftir manni ið var 135 fjórðingar úr Føroyum

19-04-2018 - 08:12 - Jóanis Albert Nielsen

 Klokkan 17:30 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan frá Skoraberg ið var til fiskiskap suður úr Føroyum, at brúk var at fáa ein mann av skipinum og undir læknahond.

MRCC sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum setti kós móti Skoraberg, sum var 135 fjórðingar úr Føroyum. Klokkan 19:15 var tyrlan hjá skipinum, og longu ein tíma seinni setti tyrlan seg við Landssjúkrahúsið við manninum.