Boð eftir Rescue Lív í dag

top22-06-2018 - 23:04 - Jóanis Albert Nielsen

Seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar. 

Rescue Lív bleiv boðsendur at fara bátinum til hjálpar, báturin var staddur í Nólsoyarfirði. Lív sleipaði bátin til Havnar.