Boð eftir Lív í gjár

top20-11-2019 - 07:14 - Jóanis Albert Nielsen
Um middagsleitið í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið trupuleikar eystan fyri Borðuna á Nólsoynni.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Lív, sum setti kós til útróðrarbátin sum hevði geartrupuleikar. Lív sleipaði útróðrarbátin á Havnina.