Boð eftir bæði SVERRA og VÓN

vinna15-03-2019 - 22:50 -

 Seint seinnapartin í dag fekk MRCC boð um at tveir bátar vóru uppsteðgaðir, annar var í Vágahavinum vestur úr Sandoynni og hin var staddur norðanfyri vestur úr Saksunarbjørgunum.

Sverri, sum lá á Miðvági fekk boð um at fara út í Vágahavið, Sverri fór av Miðvági um gott 4-tíðina, teir settu fast á bátin og fóru at sleipa hann til Skopunar, tá ið vit tosaðu við MRCC fyri løtu síðan, roknaðu teir við, at SVERRi fór at koma á Skopun nú um 23-tíðina.

VÓN, sum lá á Eiði, fór at leita eftir bátinum, sum var staddur vestur úr Saksun, tað var myrkt, so tað gekk ein løta, til teir funnu bátin, teir settu fast og sleipaðu bátin inn á Vestmanna, har teir komu um 22-tíðina í kvøld.