Blái Krossur økir um virksemið

mentan23-10-2017 - 08:57 - Jóanis Nielsen
Tað er við stórari gleði, at Blái Krossur nú fer at økja um virksemi í Suðuroynni
Blái Krossur hevur m.a. sum endamál, at vera ein virkin felagsskapur kring landið, og hevur nú ognað sær bygning á Tvøroyri.

Arbeiðið hjá felagsskapinum verður í ovaru hæddini, meðan endurnýtslan verður í niðaru hæddini.- Tað er av stórum týdningi, at Blái Krossur sum felagsskapur kann røkka allastaðni í landinum og tí er hetta seinasta stigið sera gleðiligt, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.

Blákrossarbeiðið í Suðuroynni er tó ikki nýtt. Fyrsta Blákrossfelagið var nevniliga stovnað í Hvalba í 1904. Presturin, Franz Busch, tók stigið til at stovna føroyska felagið. Blái Krossur var upprunaliga stovnaður í 1877 í Sveits.