Mynd: Nordlýsid.fo

Bjørn Kalsø í farloyvi

politikkur06-09-2017 - 22:01 - Jóanis Nielsen

Norðlýsið skrivar:

Í samrøðu við Norðlýsið í kvøld sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, at hann á tingfundinum 14. september fer at biðja um farloyvi frá Løgtinginum. Hann fer tá burturav at undirvísa á Tekniska Skúlanum í Klaksvík

Bjørn Kalsø, ið er útbúgvin bæði sum timburmaður og lærari sigur, at hann er settur í starv, sum faklærari á Timburdeildini í Tekniska Skúlanum í Klaksvík, og at hann av teirri orsøk fer í farloyvi.

Til spurningin um hann ætlar at gevast í politikki, sigur hann, at hann framhaldandi er partur av Løgtinginum, og eftir ætlan eisini verður at síggja aftur á Tingi, - í øllum førum til val verður útskrivað.