Bjørg næstforkvinna í Starvsmannafelagnum

vinna21-03-2019 - 15:43 - Jóanis Nielsen

Bjørg Jacobsen eitur nýggja næstforkvinnan í Starvsmannafelagnum. Hetta avgjørdi nevndin í felagnum, nú hon hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg eftir aðalfundin 9. mars.

38 ára gamla Bjørg Jacobsen er produktleiðari á Føroya Tele. Hon varð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum fyri tveimum árum síðani.

Tað er nevndin, sum ger av hvør ið skal vera næstformaðurin í felagnum, ella næstforkvinna, sum tað eitur í hesum føri.

Á aðalfundinum stóðu tveir nevndarsessir fyri vali. Noomi K. Rasmussen varð nývald og Hilmar Augustinussen varð afturvaldur.

Myndin niðanfyri er tikin á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin.