Bjarni ætlar at taka eitt time-out

Politikkur27-02-2018 - 19:01 - Jóanis Albert Nielsen

Løgmaður Aksel V. Johannesen segði í Dagur & Viku í kvøld, at hann hevur varhugan av, at Bjarni Hammer ætlar at taka eitt time-out úr Tinginum, meðan málið koyrir hjá løgregluni. Løgmaður var annars úti fyrr í dag, har hann heitti á Bjarna og bað hann taka farloyvi úr løgtinginum.

Tað var í síðstu viku at vp.fo skrivaði, at Bjarni Hammer var avhoyrdur í einum málið um rúsandi evnir. Í gjár staðfesti so Sosialurin, at tað vóru tey ið høvdu melda Bjarna Hammer til løgregluna, tí hann skuldi skaffa hassj til unga kvinnu.