Bjargingartyrlan hevur havt ein sjúkraflutning seinnapartin

top09-10-2017 - 22:13 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 17:11 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein kona ið var stødd á Stóra Dímun hevði skorið seg illa í hondina, og mátti flytast á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var á Stóru Dímum klokkan 17:40. Hon flutti síðani kvinnuna til Havnar, har hon lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 17:53.