Bjargingartyrlan gjørt fýra sjúkraflutningar uppá fýra dagar

12-01-2019 - 08:20 - Jóanis Albert Nielsen
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways hevur verið boðsend fýra ferðir seinastu fýra dagarnar. 

Tann 8. januar var fyrsti túrurin hjá bjargingartyrluni í ár, tá ið ein persónur skuldi flytast av suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið.

Tann 10. januar var brúk fyri bjargingartyrluni tvær ferðir, fyrst klokkan 00:49 fyri at flyta ein persón av suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið. Klokkan 22:14 vóru aftur boð eftir henni tá ið eitt fólk á Skúvoy hevði brúk fyri at koma á Landssjúkrahúsið.

Aftur í gjár tann 11. januar var tyrlan boðsend at fara til Froðba eftir einum persóni, sum mátti flúgvast norð á Landssjúkrahúsið.