Biskupur prædikar í Havnar kirkju sunnudagin

mentan20-03-2020 - 17:03 - Jóanis Nielsen

Fólkakirkjan hevur áður boðað frá, at ongar gudstænastur eru í kirkjunum kring landið vegna Covi-19. Hetta er galdandi til og við sunnudagin 29. mars.

Komandi sunnudag, sum er miðføstusunnudagur, verður tó ein gudstænasta í Havnar kirkju, dómkirkjuni. Tað verður Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum prædikar. Gudstænastan er løgd til rættis í góðum samstarvi við Kringvarpið.

Gudstænastan verður uttan kirkjufólk. Kringvarpið sendir gudstænastuna í útvarpi og sjónvarpi sunnudagin kl. 11.00.