Birita stillar upp fyri Borgaralistan

Politikkur24-10-2020 - 13:00 - Jóanis Albert Nielsen

Eri 51 ára gomul, fødd, uppvaksin og búsitandi í Sandavági, tlf 506 506.

Eg eri gift við Tórfinn S. Simonsen, úr Tórshavn, og eiga vit 3 børn saman í aldrinum 14-24 ár. Harafturat havi eg eina 34 ára gamla bonusdóttir.
Eg havi búð uttanlands í 10 ár, har eg millum annað gjørdist handilsdekoratør og heimkomin hevði eg egnan handil í fleiri ár.
Samstundis lærdi eg í ferðavinnuni, havi arbeitt hjá Atlantic Airways í 17 ár og hevur hetta givið mær drúgvar royndir innan samskifti og samstarv.
Fyri 6 árum síðani valdi eg, at fara á læraraskúla, og eftir einum ári í Sørvágs skúla, eri eg nú í føstum starvi, sum lærari, í skúlanum á Giljanesi.
Hjartamál:
Vit eru ein kommuna, samansett av trimum bygdum við hvør sínari mentan og samleika. Samstundis sum ymiskleikin skal varðveitast skal felagsskapurin styrkjast.
Bussleið:
Møguleiki fyri bussi millum allar bygdir í Vága kommunu, skal kannast, soleiðis at lætt verður at ferðast millum bygdirnar bæði fyri ung og eldri og fortreytirnar fyri at vera saman verður styrkt. Samstundis hevði tað verið áhugavert, at fingið eitt samstarv í lag við Sørvágs kommunu, har knútapunktið fyri bussleiðirnar er í Vatnsoyrum.
Bygdagøtur:
Við ynski um fysiskt at binda bygdirnar nærri saman, samstundis sum ein styrkir fólkaheilsuna, vil eg arbeiða fyri at betra og útbyggja eitt net av bygdagøtum, bæði inni í bygdum og millum bygdir.
Børn og ung:
Børn og ung eru framtíðargrundarlagið hjá kommununi. Tað er av alstórum týdningi, at tey verða raðfest høgt, og at tey hava tryggar og góðar karmar at mennast í.
Sum lærari í innskúlingini, síggi eg týdningin av samstarvinum millum barnagarð, skúla og frítíðarskúla. Tí er týdningarmikið at yvirgongdin frá barnagarði til skúla framhaldandi verður ment og samstarvið við frítíðarskúlan víðkað.
Eitt nýtt ungdómsráð skal, saman við kommununi, verða við til at tilevna og fyriskipa tilboð og tiltøk, sum hugbindur ungdómin.
Haraftrat skal eitt ungdómshús verða bæði í Miðvági og Sandavági.
X við Borgaralistan
X við Biritu E. Petersen