Birita Gunnarsdóttir Kruse er givin í lærarayrkinum

mentan05-10-2019 - 10:23 - Jóanis Nielsen

 Birita Gunnarsdóttir Kruse, sum hevur verið lærari á Skúlanum á Giljanesi í 43 ár, er nú givin í lærarayrkinum, Birita er nú 67-ára gomul og hevur valt at gevast sum lærari. Hon tók læraraprógv í 1975 og byrjaði sum lærari á Skúlanum á Giljanesi í 1976.

Í gjár var lítil samkoma á skúlanum, í samband við at Birita hevur valt at fara frá, skúlastjórin og borgarstjórin í Vága Kommunu hildu røður og handaðu gávur og blómur, eisini helt Birita Gunnarsdóttir Kruse røðu og takkaði fyri seg.

Aftaná var boðið til kaffi og køkur.