Bindihugni í prestagarðinum

mentan21-10-2021 - 12:22 - Jóanis Nielsen

28. oktober kl. 19.30, verður bindihugni í prestagarðinum í Miðvági.

Nú prestagarðurin er settur í nýtiligan stand, fara vit at bjóða til ymisk tiltøk.

Byrjað verður við bindihugna, har vit fara at binda skírnarminni o.a. Kvinnur í allari oynni eru vælkomnar til bindihugnan.

Vit bjóða eisini okkurt gott afturvið einum drekkamunni.

Prestarnir í Vágum.