Bindibloggan – Majken Hammer - Tráðurin

23-03-2019 - 10:12 - Jóanis Albert Nielsen

Var fyri nøkrum árum síðan á einum bindiskeiði, har vit skuldu fyrihalda okkum til “tráðin”, og setti hetta nýggjar tankar í gongd um binding, og gjørdi meg nokk eitt sindur “nørduta”.

Grundarlagið fyri at byrja at binda er, at vit hava ein tráð, men hann kann vera so sera ymiskur, eins og tað vit ynskja at fáa burturúr bindingini kann vera so sera fjølbroytt og ymiskt.

Siðbundnað er, at vit binda pløgg á kroppin, umframt ymiskt at nýta í

heiminum. Oftast hugsa vit eisini, at tilfarið skal vera ull, bummull, silki, við

uppíblanding av nylon og polyester.

Siðbundnað er eisini, at vit hugsa um, at lidna plaggið er nakað vit skulu bera á kroppinum, ella sveipa kroppin í, men nýtist hetta ikki at vera so.

Eg byrjaði at binda sum lítil genta, og lærdi meg at binda pløgg eftir uppskrift, og hugsaði ikki tá, um at skapa nakað sjálv. Onkuntíð sá eg onkra uppskrift, men fekk eg ikki útvegað júst tógvið, sum upskriftin var gjørd til, so nýtti eg okkurt annað líknandi, uttan at hugsa ella vita nakað um, hvussu ein umbýting av tógvinum ávirkaði skapið í plagginum, og soleiðis eydnaðist ikki alt so, væl sum eg bant.

Sum árini eru gingin, hevur mítt forvitnið leitt meg nýggjar leiðir – leitt meg at hugsa meira um:

Hvat tráðurin er

Hvat hann kann

Hvørjar avbjóðingar hann gevur

Hvat eg kann skapað við tráðnum

Eg havi funnið tráð sum er úr pappír, tógv við silki og stál, eisini við silki og

kopar. Havi sæð og funnið útav hvussu snúningin í tráðnum gevur plagginum annað skap, tá plaggið er vaskað, og nógv nógv annað.

Havi eisini roynt, at spennandi er at fara út úr gomlu kørmunum og hugsa

annarleiðis – havi bundið myndir, 3D lutir og m.a. verið við í einum tiltakið, sum Isabel Berglund skipaði fyri í Norðurlandahúsinum, har ein flokkur av

føroyskum bindarum var við til at gera listarverkið Peoples Jumper, sum var

sýnt fram á listaframsýning í Jútlandi fyrr í ár.

Eg vil gjarna at dugnaligu føroysku bindararnir fara út um “vanligu karmarnir” og leita sær íblástur, tað verið seg bæði til pløgg, myndir, standmyndir og líknandi. Til hetta er alnótin væl egna, at vit kunnu sita í fjarskotnu Føroyum og síggja hvat hendur “úti í stóru verð”, og eru her nøkur mið til tilfar og skap:

http://www.magiskegarner.dk/webshop.html

https://www.sommerfuglen.dk/shop/frontpage.html

http://www.isabelberglund.dk/

http://ibenhoej.com/

Skriva hevur Majken Hammer